Fípan Fagra

by Avail

(1)
Skalli undir fjalli býr,
garpar til hann ríða:
tað var honum til eydnu lagað,
hann átti dóttur fríða.
Hátrummar í høll hermenn ríða fram
Jómfrú leikar í lundum við tann edil mann
(6)
Eirikur gongur frá strondum niðan
ein við ongar sveinar,
hann sær frúgv við akur sita,
talar við hana eina.
Hátrummar í høll hermenn ríða fram
Jómfrú leikar í lundum við tann edil mann
(8')
Tað var mær til eydnu lagað,
eg skuldi akur goyma
siti eg úti árla og síðla,
eg kann ikki vánir gloyma.
Hátrummar í høll hermenn ríða fram
Jómfrú leikar í lundum við tann edil mann
(9)
Eg vil teg við sømdir fá,
ást og góðan vilja,
føra teg so til hallar heim
og teg frá vánum skilja.
[ guitar solo ]
(16)
Risin gongur frá strondum niðan,
ein við ongar sveinar,
hann sær frúgv við akur sita,
talar við hana eina.
Hátrummar í høll hermenn ríða fram
Jómfrú leikar í lundum við tann edil mann
(20)
Kjaftur hans er ógviligur,
nasarnar tær eru langar,
so eru hansara kjálkabein
sum fjórðung var at ganga.
Hátrummar í høll hermenn ríða fram
Jómfrú leikar í lundum við tann edil mann
(35)
Tá ið tú kemur í trongan skógv,
tú hav væl onnur klæði,
rív upp á teg bjørkuvið,
tað javnt við jørðina dragi!
Hátrummar í høll hermenn ríða fram
Jómfrú leikar í lundum við tann edil mann
(45)
Navn hevur tú av neyðum fingið,
so tíni klæði skorin,
tað er ikki á tínari ævi,
tú hevur tað tílíkt borið!
Hátrummar í høll hermenn ríða fram
Jómfrú leikar í lundum við tann edil mann.

Get the music

Shop Avail on Amazon

Albums & Music

As an Amazon Associate, we earn from qualifying purchases.